Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tilmeldingin til Kvøldskúlan letur upp í dag kl. 17

Norðlýsið

Nú kvøldini gerast myrk og long, so er gott at hava mangt og hvat at fara til. Umframt øll tey vælumtóktu afturvendandi skeiðini, so eru ymisk nýggj tilboð eisini í vetur.

Ímillum nýggju skeiðini eru:

Fínari matgerð fyri menn / kvinnur. 
Hetta er eitt forkunnugt tilboð, sum er skipað sum ein langur leygardagur, har fyrst menn og síðani kvinnur sleppa inn í vælútgjørda køkin á Tsk og sleppa at royna seg at gera eina fínari trírættaða menu saman við Andrasi Sigmarson, sum til dagliga undirvísir í kokkaútbúgvingini á Tsk.

Háprent við Edit Mørkøre har skorið verður í ymiskt tilfar, so sum linolium og alternativir frá Speenball og Essdee. Øll amboð standa klár til luttakarar at arbeiða við, so sum amboð, knívar og prentsvertur. Vit royna pressuteknikkir við pressu, baren og b-pressu.

Afro-Zumba er eitt øðrvísi rørslutilboð, har ein lærir dansirytmur og brennur kaloriur. Pardansur við Áshild er eisini á skránni aftur. Eisini er eitt sjónleikaraskeið fyri børnum í 1. – 3. flokk, sum Birita Adela skipar. Og eitt kvinnurrørslutilboð, sum Anna Maria á Lakjuni fer at stíla fyri

Mozart Reqium verður eitt spennandi verkætlanarskór, sum Ólavur Jøkladal kemur at stjórna. Tað verða professionellir solistar, sum koma at syngja og ogulspælið hevur Ari Hammer Joensen. Vant verður í Varpinum, og luttakararnir fáa nótar og venjingar ljóðfílur. Samskipari er Birita Adela, og vant verður fram til eina konsert, sum verður í Christianskirkjuni í apríl.

Føroya Handarbeiðsskúli er eisini undir Kvøldskúlaskipanini í Klaksvík, og tann tilmeldingin letur upp kl. 18. Hetta so fólk kunnu náa at melda seg til eitthvørt hjá bæði Kvøldskúlanum og Handarbeiðsskúlanum, um áhugi skuldi verið fyri tí. Fleiri skeið verða fullteknað beinanvegin.

Meir kunning og tilmelding á www.kks.fo