Jákup Biskopstø hevur hesa vikuna vant við fullari ferð.
Jákup Biskopstø fór út við skaða í hálvleikinum móti 07 Vestur áðrenn summarsteðgin og hevur ikki spælt síðani. Men nú venur hann aftur við fullari ferð.
– Tað gongur væl. Nú eru tvær vikur síðani, at eg bleiv frískmeldaður av læknunum. Síðani havi eg havt uppvenjing, har eg í farnu viku vandi fyri meg sjálvan. Í hesi vikuni havi eg vant saman við hinum og tað gongur ordiliga væl. Eg eri sum so klárur at spæla dyst, men nú kemur ein landliðssteðgur, sum eg akkurat ikki rakk, tí eg havi verið uttanfyri so leingi, men eftir landsliðssteðgin vænti eg at verða heilt klárur at spæla dystir, sigur Jákup Biskopstø við Norðlýsið.
KÍ spælir í annaðkvøld kl. 18.30 móti Skála á heimavølli.
