Ætlar tú at byggja hús, verður høvi at fáa ráð frá serkønum, tá Betri Banki skipar fyri ókeypis byggikvøldi í Klaksvík 6. oktober.
At byggja hús er ein stór íløga, og á kvøldinum verður millum annað komið inn á, hvussu ein ger eina haldgóða fíggjarætlan, hvat ein eigur at hugsa um, áðrenn spakin verður settur í, og hvussu sleppast kann undan vanligum mistøkum í einari byggiverkætlan. Eisini verður greitt frá møguleikunum við sólorku.
Umframt ráðgevarar og fakfólk fara kundar hjá bankanum at greiða frá egnum royndum við húsabygging – bæði tí, sum eydnaðist væl, og tí, sum kundi verið gjørt øðrvísi.
Tiltakið í Klaksvík verður týskvøldið 6. oktober. Tað er ókeypis at luttaka, men neyðugt er at melda til frammanundan.
