Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskt træskipasmíð

Óli Olsen

Í 2009 bóðu skipasmiðjumenn meg skriva søguna um føroyskt skipasmíð. Sama heystið varð farið at kanna og at savna inn tilfar, og tá ið tilfarið vísti seg at vera nógv, varð avgjørt at avmarka verkætlanina til føroyskt træskipasmíð burturav – frá Royndini fríðu í 1804 til Jøkul í 1978.

Sigast má, at farið varð til verka í tøkum tíma. Tær eydnaðist akkurát at hitta seinastu skipstimbrararnar á máli. Um alt landið upplivdi tú ríkar og gevandi løtur saman við hesum tilkomnu monnum, sum gleðiliga søgdu frá lívi sínum sum skipasmiðir.

Í 2013 kom so bókin: ”Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð.” Í innganginum verður eitt nú roynt at seta sær spurningin, hvussu viðurskiftini mundu vera um okkara leiðir í víkingatíð og miðøld – um føroyingar longu tá smíðaðu sær skip sjálvir, ella tey komu uttaneftir.

Royndin fríða hjá Nólsoyar Pálli o.ø. er fyrsta skipið, vit við vissu vita vera smíðað í Føroyum. Skonnartin fór av bakkastokki suðuri í Vági í 1804.

Lítla skonnartin Nødvendigheden

Annað farið hevur eftir øllum at døma verið lítla skonnartin Nødvendigheden, 14 tons, ið var smíðað í 1810 í Hvalba. Hildið verður, at smiðirnir vóru teir somu, sum hjálptu Nólsoyar Pálli at smíða Royndina fríðu.

Ófriðartíðir vóru, fólk liðu hungur, og suðuroyingar og nólsoyingar smíðaðu skip at sleppa út um landoddarnar eftir neyðsynjarvørum. 4. august 1810 lá leiðin til Leith í Skotlandi við fullum farmi av ull, fjøður og lýsi. Skipar Hansen var skipari.

Men í Skotlandi var tollurin so høgur, at sølan var av ongum. Tá ið farið varð úr Leith, tók skipið í botn og fekk skaða. Komið varð kortini aftur í øllum góðum. Eitt sindur av sukri og nakrar karðar høvdu teir aftur við sær – tað var alt.

Á Landsbókasavninum varðveita tey dagbókina hjá lærda havnarmanninum, Claus Lund. Í 1810 skrivaði hann eitt nú soleiðis: 

”Octobr. 10. Morgen kl 1 ankrede Capt. Hansen med fartøjet Nødvendigheden kommende fra Leith, men uden last. Rejsen i alt fatal.”

Av Havnini fór Nødvendigheden til Suðuroyar at liggja í vetrarlegu. Tá ið aftur sumraði, fóru teir at sigla millum Hvalba og Tórshavn – høvdu kol til Havnar og handilsvørur suður aftur.

So varð farið til fiskiskap, og tá ið teir komu aftur, mynstraði Skipar Hansen av. Nødvendigheden fór so aftur at sigla millum Hvalba og Havnina. Men tá hendi vanlukkan.

Í 1811 skrivaði Claus Lund í dagbókina: ”Nov. 24. Sejlede Færøe-Scooneren til Syderøe; om natten og næste dag haardt vejr. Da det siden hørtes, at den ikke kom til sin Bestemmelse, er det altfor sandt, at den er forlist. Mandskabet var uerfarent.”

Tað vit vita, fórust Thorleif Pedersen Foldal, 46 ár, Noregi, Jaspur Jespersen, 26 ár, Sumba, Petur Thormandsen, 27 ár, Trongisvági, og Tummas Thomassen, 22 ár, Tórshavn, búsitandi í Hvalba.

Jøkul KG 407

Í 1978 fór seinasta veruliga træskipið av bakkastokki í Føroyum – 50 tonsarin, Jøkul, hjá Sámali Thorsteinssoni í Klaksvík. Hetta var samstundis fimta og seinasta fiskifarið, sum Jógvan Olsen og menn hansara smíðaðu á Grótrætt norðan fyri Klaksvík.

Útróðrarbáturin var óføra snøggur og væl útgjørdur, tá ið hann fór til fiskiskap. Hevði egningarmaskinu, kuldagoymslu til agn o.a., stórt lugar við átta koyggjum og rúmligt bestikkrúm aftan fyri brúnna. Jøkul hevði ein 390 hesta deutz diesel, sum gav honum eina ferð upp á tíggju míl. Skipari fyrstu tíðina var Ísak Matras uttan av Oyri.

Sámal Thorsteinsson mintist fedranna upphav, tá ið báturin skuldi doypast. Faðir hansara, Hermann Thorsteinsson, var av íslendskari ætt og giftur til Klaksvíkar. Kristina, kona Sámal, doypti skipið við hesum orðum:

”Har fedrar búðu við Jøkulsrond,

á hav teir fóru og fiskin drógu við jøkulsstrond.

Hetta gav hugskot til farið at nevna.                  

Tað stendur her listaliga vakurt tilevnað.

Gud signi manning og fong, tú skalt bera.

Jøkul skal navn títt verða.”

Kenneth Justesen úr Hvannasundi keypti tíðliga part í Jøkli og fór at føra bátin. Teir fiskaðu laks norðanfyri um veturin og royndu við línu undir Føroyum um summarið. Sum skilst, var laksafiskiskapurin álitið hesi árini.

Í 1985 seldu Sámal Thorsteinsson og Kenneth Justesen bátin, og komandi árini broyttust eigaraviðurskiftini.

Afturfyri at gevast at fiska laks, fekk hesin skipabólkur kalvakvotu undir Íslandi, og ein túrin, teir sigldu heim, fekk Jøkul sjógv, sum gjørdi stóran skaða. Jøkul, sum ikki er til longur, lá seinastu árini við bryggju í Klaksvík.