Klaksvík
9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíggju og eitt prosent

Páll Poulsen

Rokkarar víða um í heiminum siga at teir eru eitt prosent og halda seg bert til sínar egnu lógir.

Tað er eitt áhugavert fyribrigdi, og viðhvørt klára hesir at infisera ymiskt í samfelagnum. T.d. havnalagið hjá Mærsk í Áarósa, smugling av allahandanna slagi og so framvegis.

Teirra boðberar av kemiskum evnum sigla framvið Føroyum uttan trupulleikar. Men teir flestu blíva steðgaðir av íslendsku løgregluni í Seyðisfirði.

Fyribrigdini eru áhugaverd. Bankar eru vardir ímóti “raids”, soleiðis at stórfyritøkur ikki kunnu loypa á teir via partabrævamarknaðir. Um tú ætlar tær at keypa 8 til 10% av einum banka, skal hetta fráboðast keypsskálanum.

Býráðslimur kunngjørdi herfyri at hann var einasti býráðslimur, sum var í ætt við Petur M. Dam. 

Eyðvitað at helvtin av føringum eru ættaðir av Ovara Miðgerða slagnum og hin helvtin av Niðara Miðgerða slagnum, var hetta í hansara hugaheimi reinur vísdómur.

Næstan allir føringar, uttan Ólavur í Beiti, eru ættaðir frá Harra Klæmint.

Hann var ikki inhabilur, tí hann hevði atkvøtt eitt mál í føvningin á mammuni.

Gomlu kollfirðingarnir spældu kort um pylsur, tí tað var ólógligt at spæla um pengar.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, starvaðist sjálv í heilsuverkinum. 

Milovan Djilas skrivar um hesi 10 prosentini, sum seta seg á øll virðini í samfelagnum.

Í Føroyum eitur tað bara okkurt annað. Miðlagranskaraheiðursløn con carne. Tí vanlig fólk vita ikki, hvat í guðs garði hetta er fyri nakað.

Hesir sjálvkravdu fleygasessir eru til ávísar ættir. Tað hevur verið soleiðis í langar tíðir. Tey flestu eru neyvan greið yvir, hví tey sita í teimum.

Tríeindin Setriðkampus, Mentamálaráðið og Kvf hava øll somul inkompetansu og talubrek til felags. Hvussu nógv í prosentum kann eisini útroknast.

Eitt er tó vist, haðani kemur so eingin fráboðan.

Páll Poulsen