Trygd og tilbúgving verða høvuðsevnini, tá Norðurlandaráðið savnast til sín 78. ársfund í Helsinki 26.–29. oktober
Norðurlendskir stjórnarleiðarar, ráðharrar og 87 tingfólk hittast í finska ríkisdegnum at viðgera, hvussu Norðurlond kunnu standa sterkari í einum meira ótryggum heimi.
Á skránni eru millum annað uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkur, sivil tilbúgving og heilsutrygd. Eisini verður viðgjørt, hvussu londini kunnu styrkja álitið á samfelagið og sálarliga mótstøðuførið hjá borgarunum.
Finski forsetin, Alexander Stubb, verður gestarøðari við setanina týsdagin 27. oktober. Sama dag verður norðurlendskur toppfundur, har stjórnarleiðararnir leggja fram sínar hugsanir um trygd nú og í framtíðini.
Ársfundurin snýr seg eisini um javnstøðu, vælferð, pensjónir og rættvíst skattatrýst. Týskvøldið verða virðislønir Norðurlandaráðsins fyri bókmentir, barna- og ungdómsbókmentir, tónleik, film og umhvørvi handaðar.
Stórir partar av fundinum kunnu síggjast beinleiðis ella eftirfylgjandi á norden.org.
