Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Livar Nysted mótmælir frásøgn um vanlukkuna við Nadoddi

Jóhann Lützen

Livar Nysted, sum sjálvur var við á syrgiliga túrinum við Nadoddi, hevur gjørt eitt 34 minuttir langt sjónband, har hann svarar frásøgnini hjá skiparanum um vanlukkuna.

Fyri tveimum árum síðani doyði vinkonan Carla í eini vanlukku á sjónum við norsku strondina. Í almennum boðum sigur Livar Nysted, at hendingin broytti lívið hjá teimum, sum vóru við, og altíð fer at sita í honum.

Skiparin hevur nýliga givið út ein podd um ferðina, vanlukkuna og deyðsfallið hjá Carlu. Livar sigur, at hann varð skelkaður og vónbrotin, tá hann hoyrdi frásøgnina.

Sambært honum víkja fleiri týðandi upplýsingar frá tí, hann sjálvur sá og upplivdi fyri, undir og eftir vanlukkuna.

Livar hevur greitt norsku løgregluni frá hendingini, luttikið í einum dokumentari og sagt frá alment. Hann leggur dent á, at hansara frágreiðing hevur verið tann sama frá fyrsta degi.

Hann viðurkennir, at fólk kunnu uppliva og minnast skelkandi hendingar ymiskt. Hann heldur tó, at munurin millum frásagnirnar er grundleggjandi.

Livea upplýsir, at hann bað um at fáa poddin tiknan niður vegna ivamál um rættleikan og av virðing fyri Carlu og familju hennara. Tað ynskið varð ikki gingið á møti.

Í sjónbandinum svarar hann útsagnum úr poddinum og greiðir frá síni uppliving. Hann sigur, at endamálið er at standa við sína frágreiðing og virða minnið um Carlu.

Sí sjónbandið hjá Livar her.