Óli Arnfríðuson Andresen heitir á bátaeigarar í Hvannasundi og Norðdepli um at hyggja til bátarnar nú, tí sera nógvur vindur er í løtuni.
Í Facebook-bólkinum „Vit í Tronganum“ skrivar hann, at onkur bátur hevur slitið, og at okkurt tak er skrædnað omanav.
– Heilt óhugnaliga nógvur vindur í løtuni, skrivar Óli Arnfríðuson Andresen.
Niðanfyri sæst video sum Óli tók upp um middagsleiti. Hvirlurnar eru harðari og tættari nú, sigur hann við Norðlýsið.
