Nógva regnið hevur elvt til, at innkoyringarnar til miðbýin í Klaksvík eru stongdar. Kommunan heitir á borgarar um fyribils at halda seg burtur úr økinum.
Avbjóðingar eru við at leiða regnvatnið burtur, og innkoyringarnar við Føroya Tele/Betesda og Føroya Bjór eru tí stongdar, boðar Klaksvíkar kommuna frá.
Á sjónbandinum niðanfyri sæst, hvussu nógv vatn er komið niður í miðbýnum.
