Vilt tú sleppa at arbeiða við fjølbroyttum løgfrøðiligum uppgávum og málum, sum hava stóran týdning fyri føroyska samfelagið?
Heilsu- og orkumálaráðið søkir eftir løgfrøðingi at byrja skjótast gjørligt í føstum starvi á Orku- og umhvørvisdeildini.
Tínar arbeiðsuppgávur
Á Orku- og umhvørvisdeildini fært tú eitt fjølbroytt og spennandi starv, sum m.a. fevnir um
Um teg
Tú hevur embætisprógv í lóg ella samsvarandi, og hug og áræði at arbeiða við fjølbroyttum løgfrøðiligum og fyrisitingarligum málum.
Vit vænta, at tú:
Umsøkjarar skulu eisini hava evni at hugsa strategiskt og samskifta á ymiskum stigum.
Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt fjølbroytt starv í einum spennandi politiskum og fakliga stimbrandi umhvørvi, har tú sleppur at brúka og menna tínar løgfrøðiligu førleikar og fært lut í týdningarmiklari samfelagsmenning. Starvið er mennandi og við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum.
Løn og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, ið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið fevnir um øll stjórnarráðini, Løgmansskrivstovuna og deildir teirra. Roknast kann við, at arbeiðstíðin stundum fellur uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Nærri kunning um starvið
Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Hilmar Høgenni, deildarstjóra, á tel. 558090 ella umvegis teldupost til hilmarh@homr.fo at fáa nærri upplýsingar.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, lívsrensli o.ø. skulu sendast við telduposti til homr@homr.fo ella til:
Heilsu- og orkumálaráðið
Kopargøta 1
100 Tórshavn
Umsóknir skulu vera Heilsu- og orkumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 1. november 2026.
Tú kanst lesa meira um málsøkið, sum Heilsu- og orkumálaráðið umsitur, á www.homr.fo
Í dag tann 14. oktober 2026 skrivaði Kirsten Schwalbe søgu í Danmark. Orsøkin til, at dagurin í dag er ein…
Donald Trump sigur, at umfatandi leiting eftir olju, gassi og øðrum ráevnum í Grønlandi er á veg. Amerikanski forsetin leggur…
Mjølnir skal verða í toppinum bæði hjá kvinnum og monnum, siga teir báðir Ári Samson og Boban Ilic. Ári er…