Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trump boðar frá stórari leiting eftir ráevnum í Grønlandi

Jóhann Lützen

Donald Trump sigur, at umfatandi leiting eftir olju, gassi og øðrum ráevnum í Grønlandi er á veg. Amerikanski forsetin leggur samstundis dent á hernaðarliga týdningin av Grønlandi.

Sambært Fox News hevur Donald Trump á Truth Social boðað frá, at stórar ætlanir eru um ráevnisleiting í Grønlandi. Hann upplýsir tó ikki, nær leitingin skal byrja, hvør skal standa fyri henni, ella hvørji loyvi eru fingin til vega.

Trump vísir eisini á, at Grønland hevur stóran týdning fyri verjuna hjá USA og Evropa, tí oyggin gevur góðar møguleikar at varnast og steðga álopum úr luftini.

Útmeldingin kemur sambært Fox News eftir, at USA, Danmark og Grønland í september undirskrivaðu eina nýggja trygdaravtalu, sum víðkar amerikonsku hernaðarligu atgongdina til oynna.

Grønlendska stjórnin steðgaði í 2021 við at lata nýggj loyvi til olju- og gassleiting av umhvørvis- og veðurlagsávum. Ávís eldri loyvi eru framvegis galdandi, men boring krevur fleiri myndugleikagóðkenningar.

Hóast mett verður, at stórar olju- og gassgoymslur kunnu vera í Grønlandi, er enn ikki staðfest, hvussu nógv kann vinnast við lønsemi.