Í dag tann 14. oktober 2026 skrivaði Kirsten Schwalbe søgu í Danmark.
Orsøkin til, at dagurin í dag er ein heilt serstakur, er, at hon júst í dag rundar 112 ár og 218 dagar, harvið so slær hon alment metið sum tann elsti danin nakrantíð. Hon tók metið frá Karlu Lindholm Jensen, sum var 112 ár og 217 dagar gomul, tá ið hon doyði í 2020.
Kirsten Schwalbe er uppvaksin í stórum systkinaflokki og varð fødd tann 10. mars 1914 í Salling. Tíðliga í lívinum byrjaði hon at arbeiða, hon var bert 10 ára gomul, tá ið hon fekk sítt fyrsta arbeið. Hetta var at taka sær av børnum á einum garði.
Mesta partin av sínum vaksna lívi hevur hon búð í Gimsing uttan fyri Struer, har hon í mong ár starvaðist á einari klædnafabrikk.
Kirsten Schwalbe og lítlibróðir hennara, Bertel, ið er 105 ár, skrivaðu søgu, tá ið tey vórðu skrásett sum heimsins elsta livandi systkinapar.
Góðu genini í systkinaflokkinum eru eyðsýnd, tí heili sjey av teimum tíggju systkjunum blivu eldri enn 91 ár, og tvey teirra blivu ávikavist 100 og 103 ár.
Elsta dóttirin býr á røktarheimi
Kirsten giftist í 1938 og bleiv einkja í 1981. Saman fingu tey tríggjar døtur, sum í dag eru ávíkavíst 81, 85 og 87 ára gamlar. Kirsten eigur fýra ommubørn og átta langommubørn. Elsta dóttir hennara er flutt á røktarheim, meðan Kirsten sjálv framvegis býr í sínum egna heimi.
Tær báðar yngru døturnar vitja hana regluliga og hjálpa til við tí praktiska í gerandisdegnum.
Hóast hon fór úr skúlanum longu sum 14 ára gomul fyri at arbeiða, hevur lívsorka hennara verið ótrúlig. Hon koyrdi bil líka til hon var 86 ár, og hon svam hvørja einastu viku, líka til hon var 90 ár gomul.
Tá ið hon var 104 ára gomul, fekk hon pacemaker. Hóast sjónin og hoyrnin eru viknað við árunum, heldur hon sjálv, at vitið bilar einki.
Klárar seg væl sjálv
Hóast Kirsten hevur brúkt gangistativ síðan hon var 100 ára gomul, so klarar hon seg framvegis serstakliga væl sjálv.
Hennara gerandisdagur fer nógv við at loysa krossorðagátur og at sita við stokkum.
Uppskriftin upp á eitt langt lív er, sambært henni, nokk av virksemi og at taka virkan lut í felagslívinum. Hon tekur lívið við einum smíli og er kend fyri at vera stuttlig og lívsglað.
Kirsten Schwalbe kann sostatt hátíðarhalda dagin í dag, tí hon hevur sett met, meðan føðingardagsgávan má bíða til tann 10. mars 2027, tá ið hon fyllir 113 ár.
(kelda: TV 2 og TV MIDTVEST)
