Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Á ferð við Sólorku

Anna Maria Joensen

Einir 170 føroyingar hugna sær í Albir í hesum døgum, flogið varð beinleiðis úr Føroyum til Alicante, har Sólorku toymið tók væl ímóti okkum.

Í Albir er gott at vera, alt er vælfyriskipað so sum útferðir, undirhald og annað.

Ynskir tú bara at hava frið og onki gera, ber tað eisini væl til.

Útferðin í dag var til lítlu fjallabygdina Guadalest ein fantastiskur busstúrur á smølu fjallavegunum niðan , til bygdina og ikki minni stórsligið at ganga runt í Guadalest og hyggja seg um, bygdin er full av søgu og má upplivast. At ganga á steinløgdu gøtunum og trappunum, fær ein at hugsa um alt arbeiði sum er lagt í her, og hvussu væl úr hondum tað er greitt, og hetta var áðrenn maskinur og onnur nútímans amboð funnu vegin til Guadalest. 

Útsýnið frá toppinum er so sera stórsligið, at ein nærum missir ondina.

Ein sera góður túrur við Unn, Tróndi og Bárði sum ferðaleiðarum.