Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Á hægsta stigi, men í eygnahædd

Gamla Seglhúsið

Ingibjørg Hansen, sopran, Ernst Sondum Dalsgarð, tenor og Ólavur Jakobsen, gittar, syngja og spæla kendan og minni kendan tónleik. Á skránni eru operaariur, fólkslig løg og føroyskir sangir.

Unga songkvinnan Ingibjørg, hevur bergtikið við síni kláru, sterku rødd. Ein sannur gimsteinur, sum høgdur úr helluni á Mikladali, har ið hon er ættað. Ernst kenna vit úr óteljandi høpum. Bæði í løttum leiklutum, men eisini í størri og krevjandi uppgávum á Kongaligu Operuni í Keypmannahavn. Orkesturtónleikin hevur Ólavur lagt til rættis fyri gittara, og bindur hann tónleikaliga partin saman við meistarliga gittarleiki sínum.

Saman hava tey trý framført á konsertum kring landið. Stórliga fagnaði hava tey verið og nógv fólk hevur vitjað konsertir teirra. Nógv verður gjørt burturúr, so fólk fáa eina lætta og forvitnisliga uppliving úr sangheiminum.

Tónleikur á hægsta stigi, men í eygnahædd við lurtaran.

Konsertin varir góðan tíma og øll eru hjartaliga vælkomin.   

Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar innan konsertina sunnukvøldið 28. januar kl. 19.00 í Gamla Seglhúsinum. Ella í forkeypi á www.atgongumerki.fo

Avmarkað atgongd.