Leygarkvøldið 15. nov. kl 19.00 – 21.30 verður fyrilestur og frásøgn á Bryggjuni um einastandandi bragdið, leirvíkingurin, Arne Vatnhamar framdi, tá hann sum fyrsti føroyingur stóð á heimsins hægsta tindi Mount Everest.

Verkætlanin kravdi ikki einans drúgvar fyrireikingar av øllum hugsandi slagi. Sjálvur túrurin gjørdist serstakliga harður, bæði kroppsliga og sálarliga.
So gleð teg til eina spennandi frásøgn, har Arne fer at greiða frá ferð síni. Gleð teg til at hoyra um drúgvu fyrireikningarnar, útgerðina, kuldan og ikki minst til at hoyra, hvørjar tankar Arne hevði,tá hann stóð yvir fyri harðastu avbjóðingini í lívinum.
Atgongumerki á 150,-pr.persón fáast við dyrnar, ið lata upp kl. 18.00. Børn undir 15 ár, 100,-