Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Á móðurmálsdegnum spæla vit Kahoot

Tíðindaskriv

Hvussu væl kennir tú títt móðurmál? Fríggjadagin 25. mars er móðurmálsdagur, og í tí sambandi skipar Málráðið saman við Føroyar lesa fyri spurnarkapping á Kahoot! um føroyskt orðfeingi, rættstaving og bókmentasøgu.

Kappingin verður skipað í tveimum. Tann fyrra verður tøk kl. 11 fyri skúlanæmingar í hádeild. Seinna kappingin verður tøk fyri almenninginum klokkan 12.

 

Soleiðis gert tú:

– tak appina Kahoot! niður á telefonina, um tit ikki nýta teldu.

– fríggjadagin 25. mars fara tit inn á facebooksíðuna hjá Føroyar lesa, har tit finna kotuna fyri at luttaka

– skriva kotuna í appina undir pinkotu

– skriva títt fullfíggjaða navn

– so er klárt at spæla.

 

Vinnarin sær á sínum skíggja, um hann/hon hevur vunnið. Næmingurin skal vísa læraranum boðini um, at viðkomandi hevur vunnið, og lærarin boðar Føroyar lesa frá á:

samband@føroyarlesa.fo ella á telefon: 555183.

Vinnararnir av kappingini kunnu gleða seg til bókapakkar frá føroysku forløgunum.

Harleyfacadeacryl