Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Á Sandi eru allar hendur um Eplafestivalin

Oliver Joensen, tekst og myndir

Norðlýsið hevur verið ein túr við myndatólinum á Sandi í morgun. Í teltinum hjá Veltuni fingu vit eitt sera hugnaligt prát, har tey stríddust av øllum alvi at fyrireika Eplafestiválin. Summi fingust við grønmeti ímeðan onnur fingust við borðini, har Leif Sørensen í annaðkvøld skal bjóða seks rættaða matskrá fyri teimum, ið tekna seg til gourmetkvøldið.

Blíðskapurin er eisini góður, vit fingu frágreiðingar um grønmeti íð dyrkað verður har og eisini prátaðu vit um avbjóðingar í slíkum drívhústelti. Á veg avstað aftur, fingu vit stungið frísk salátbløð í hondina, sum vit bæði ætla at njóta aftur við einum góðum bita í kvøld.

Uttarstovugarðurin

Sjálvandi stukku vit eisini inn á gólvið har. Við niðangongina til fjósið er lítil útikiosk, har til ber at keypa ymiskt, sum garðurin framleiður. Á fjósloftunum hittu vit Ottar Hentze, ið fekst við eplini. Hann segði, at so nógvur eftirspurningur eftir eplum hevur verið, at hann var noyddur at taka meira upp enn ætlað, tí nærum onki var eftir til Eplafestivalin. Hesi nýupptiknu eplini lógu á gólvinum og turkaðu, men tey verða klár at avseta í morgin, segði Ottar. Úti í túnunum fingust fólk við røtur og annað gott.

Inni í fjósinum hittu vit fitta kálvin sum sæst á myndini, hann verður helst ein atraktión hjá børnunum í morgin.

Roknað verður við nógvari vitjan á Sandi í morgin. Túrurin hjá Norðlýsinum bleiv orsakað av ov lítlari luttøku avlýstur, spell, tí her verður nógv gjørt burturúr morgindegnum.