Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Á SKÚLATRØÐ Í KVØLD KL. 19:30: Støðan hjá línuflotanum – Alivinnan og fiskivinnan – ein samanbering av umstøðunum í hesum vinnum

John William Joensen

Fyrilestur á Skúlatrøð fyriskipað av Føroya Sjómannadegi verður á Skúlatrøð, týsdagin 13. august kl 19.30.

Støðan hjá línuflotanum.

Eftir mong ár við minni góðum úrslitum, royndist 2018 betur fyri línuflotan. Hetta skyldast í stóran mun størri veiða, hægri prísir og eina loypandi umlegging frá ísfiskalínuskipum til frystilínuskip.

Bjarni Arnason frá NUMO leggur tøl fram um gongdina í línuflotanum síðani fiskidagaskipanin kom í gildi.

 

Alivinnan og fiskivinnan – ein samanbering av umstøðunum í hesum vinnum

Talan er um tvær ymiskar, men týðandi vinnur í føroyska búskapinum. Umstøðurnar hjá hesum vinnum verða lýstar og víst verður á týðandi líkheitir og frávik.

Framløga frá Símun Absalonsen og Arna Poulsen, sum báðir arbeiða hjá NUMO.