Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

AB er nógv skert

Jákup Ósá

Mótstøðuliðið hjá KÍ í morgin manglar nógvar leikarar vegna skaðar.

Venjarin hjá AB, Sorin Anghel, sigur, at hann í løtuni hevur nógvar skaðar. Millum teir, sum ikki spæla í morgin vegna skaðar eru Heðin Stenberg, Jobin Drangastein, Bárður Olsen, Rógvi Poulsen, Jákup Pauli Breckmann og Hørður Tórsson, meðan ivamál er um Tóka á Lofti, Eli Christiansson og Filip í Liða. Men í AB hugsa teir ikki um skaðarnar, men heldur um teir leikarar, sum eru tøkir.
– Eg hugsi ikki um leikararnar, sum eru skaddir, men heldur um teir, sum kunnu spæla og sum kunnu gera alt fyri at kunna geva KÍ ein skarpan gang, sigur Sorin Anghel við Norðlýsið.

Dysturin millum AB og KÍ byrjar kl. 15.00. Upptakt verður sum vanligt á Norðlýsinum sunnumorgunin.