Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

AB-KÍ er fluttur tveir tímar

Jákup Ósá

Men dysturin verður framvegis leiktur sunnudagin.

AB-KÍ hevur eftir ætlan staðið til at byrja sunnudagin kl. 15.00. Men nú er greitt, at dysturin byrjar tveir tímar seinni, kl. 17.00. KÍ hevur havt eitt ynski um at spæla mánakvøldið, tí KÍ spældi 120 minuttir í Conference League hóskvøldið, men tað sær ikki út sum at oddaliðið fær hetta ynski ígjøgnum.