Tað er eingin ivi um, at gongdin hjá AB seinastu tíðina hevur loypt hvøkk á tey flestu liðini. Nú eru í veruleikanum fleiri lið í niðurflytingarvanda.
Sum myndin vísir, so hevur AB seinastu 5 umførini tikið eitt risafet uppeftir. Ikki við at fara so nógv pláss upp, men heldur við at hava fingið nógv stig og samband við fleiri lið.
Hóast AB liggur næstaftast, so hava teir bara 6 stig upp til Europa League pláss, um 4.pláss gevur Europa League. Víkingur og TB eru so tætt at niðurflyting nú, at tey bæði liðini kunnu enda undir strikuni næsta umfar, um AB aftur vinnur tá. Longur uppi finna vit KÍ, NSÍ og B36, sum heldur ikki kunnu føla seg trygg frá botnstríðnum.
Við forminum sum AB vísir í løtuni er als ikki óhugsandi, at teir fara at yvirhála okkurt lið innan stutta tíð. At formur, sjálvsálit og marginalar eisini eru uppá pláss síggja vit t.d., tá AB hevur skorað síni avgerandi mál seinastu umførini. Av fýra teimum seinastu dystunum hava teir skorað avgerandi mál í 93. min. (til 1-1 móti KÍ), 94. min. (til 2-1 móti TB) og 92. min. (til 3-2 móti B36).
Seinastu 5 umførini hava liðini fingið hesi stigini:
13 stig: AB og ÍF
11 stig: EB/Streymur
10 stig: HB
8 stig: B36
5 stig: NSÍ
2 stig: TB
1 stig: KÍ, 07Vestur og Víkingur




