Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

– Abbi er nakað stoltur

Jákup Ósá

Hannis Matras, ið er abbasonur fyrrverandi málverjan Karl Isaksen, ið vann sjey FM við KÍ, spældi í kvøld sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá KÍ.

Hannis Matras, ið er abbasonur fyrrverandi málverjan Karl Isaksen, ið vann sjey FM við KÍ, spældi í kvøld sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá KÍ.
– Markus bleiv skaddur og nakrar minuttir áðrenn dystarbyrjan fekk eg boð um at eg skuldi byrja. Tað var bara at leypa í tað. So eg var ikki so nervøsur. Eg gjørdi tað besta sum eg kundi og tað gav úrslit, segði Hannis Matras við Norðlýsið eftir dystin.
– Abbi hevur hugt við hús og hann er nakað stoltur, segði Hannis uppá spurningin um, hvussu tað var at ganga í fótasporunum hjá abbanum, ið sum málverji vann sjey FM við KÍ.
KÍ vann toppdystin 2-1 móti B36.