Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

ABC renning

Dávur Winther

Í morgun kl. 11 varð skipað fyri renning undir heitinum ABC-renning. Hetta sum patur av sálarheilsu-vikuni – ABC fyri sálarliga heilsu, har lyklaorðini eru at vera Virkin, at vera Saman og at vera Hugbundin

Við sálarheilsutiltakinum hevur verið sett sjóneyka á ABC fyri sálarliga heilsu alla hesa vikuna, og í dag endaði vikan við tiltakinum “Gakk ella renn” fyri heilsuna, sum Treysti og Klaksvíkar kommuna skipaðu fyri saman.

Tiltakið byrjaði við Býráðshúsið kl. 11 í morgunin, har væl av fólki møtti –  og eftir túrin varð boðið leskandi frukt og svalandi vatn, kaffi og te í Býráðssalinum.

 

Orð og myndir: Dávur Winther