Ársaðalfundur hjá Klaksvíkar Róðrarfelag verður í neystinum mánadagin 21. mars kl. 20.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Aðalfundurin er fyri øllum kappróðraráhugaðum, og atkvøðurætt hava verðandi, eins og nýggir limir 16 ár og eldri.
Nýggir limir kunnu tilmelda seg á staðnum, ella flyta limagjald á kontu 9865 1030021.
Gjaldið fyri hvílandi limir er 200 kr. árliga.
Øll eru vælkomin️.



