Á aðalfundinum hevði Durita Samuelsen, samskipari hjá Klaksvíkar Kommunu fyri “Ung í arbeiði”, eina viðkomandi framløgu. Eisini greiddu Hilmar K. Danielsen og Karl Birgir Isaksen frá dyggum árligum sponsorátøkum frá fyritøkum til mentan og ítrótt í býnum
Á aðalfundi í Vinnulívsráðnum nú um dagarnar, var nevndin afturvald, men hevur enn ikki skipað seg. Seinnu árini hevur Karl Birgir Isaksen, sitið sum formaður, Hilmar K. Danielsen, næstformaður, Elsubeth Poulsen, peningarrøkil, meðan hinir báðir nevndarlimirnir eru Rani Nolsøe og Heini Hansen. Tiltakslimirnir eru Bjørghild Magnusson og Jákup Pauli Johannesen. Jógvan við Keldu er samskipari.
Á aðalfundinum hevði ráðið boðið Duritu Samuelsen, sum í summar er samskipari hjá komununi at greiða frá ætlanum við “Ung“ í arbeiði.”, har dentur skal leggjast á at hetta verður gjørt og samskipað betur við vinnuna.
Vinnan tyktist at vera væl nøgd við uppleggini og haðani komu ymiskir spurningar og eisini ráð vórðu givin.
Høgur kostnaður hóast hópin av sjálvbodnum arbeiði
Seinna innleggið kom frá Hilmari K. Danielsen og Karl Birgiri Isaksen, sum m.a. arbeiða við sponsorbólkinum til mentan og ítrótt í Klaksvík.
Hetta var ein sera áhugaverd frágreiðing at hoyra um peningarenslið frá vinnulívinum til mentan og ítrótt og hvønn týdning hetta hevði fyri hesi virksomu feløg við hundraðtals ungdómum og ein orsøk til, at feløgini liggja á so høgum støði, og fyri at hesi fingu høvi til at virka so væl, tí nógvar útreiðslur eru, hóast hópin er av sjálvboðnum arbeiði.
Alt í alt ein góður, upplýsandi, gevandi og vælmøttur aðalfundur har ymisk mál vóru upp at venda eitt nú: Tunnilsgjaldið, lokalt burðardygni, um at varðveita unga fólkið, at tey ungu møta vinnuni o.m.a.
Vinnulívsráðið í Klaksvík hevur meiri enn 50 vinnulívsfyritøkur sum limir.
Komandi Netverksfunurin
Annars fer Pomek at hava komandi Netverksfund mikudagin 16. mai, har Frithleif Olsen, stjóri, fer at greiða frá sínum royndum sum íverkseti og virkisleiðari, frá virkseminum, eini spennandi menning og góða samstarvið við vinnuna.




