Í kvøld, 28. februar kl. 21, fer Adrenaline at framføra á OY í Tórshavn. Konsertin er ókeypis, men tað ber til at tryggja sær atgongumerki frammanundan á oy.fo Við nýggja staklagnum og komandi konsertini gleðir Adrenaline seg til at deila nýggja tónleikin við sínum fjepparum.
Rockbólkurin Adrenaline hevur júst útgivið nýggja staklagið “Gev mær alt”, sum nú er at hoyra á Spotify. Við sínum eyðkenda melodiska rockstíli, heldur bólkurin fram við at styrkja seg á føroyska tónleikapallinum. Adrenaline hevur verið virkin á tónleikapallinum seinastu árini og hevur spælt á ymiskum festivalum, so sum Tórsfest og Summarfestivalinum, umframt konsertir kring alt landið.
Leinkja til nýggja staklagið: https://open.spotify.com/album/779UmGPbdlXZr3snmuxsZO?si=uUzzSbQXT0mg5BTKVWhyaQ
Link til atgongumerki: https://shop.verk.fo/GistOgVist/Oy/Event/EventView.aspx?ShopEventID=85&shopGroupID=6004



