Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Adrenaline við nýggjari útgávu

Jóhann Lützen

Rockbólkurin gevur í dag út nýggja útgávu og í næstu viku spælir bólkurin á landsins størsta tónleikatiltaki

 

Rockbólkurin Adrenaline hevur í dag útgivið útgávuna “Sig mær okkurt skeivt” á talgildum pallum. Sjey sangir eru á útgávuni. Tríggir eldri og væl kendir sangir eru á útgávuni, meðan fýra sangir eru nýggir.

Staklagið “DNA” kom út fyri tveimum vikum síðani, og harafturat eru nýggju sangirnir “Livandi”, “Sum eitt spæl” og “Dansa” við á útgávuni.

Adrenaline spælir melodisøan rocktónleik við føroyskum tekstum. Teir hava havt framførslur ymsastaðni kring landið seinnu árini, og í næstu viku spæla teir fyri fyrstu ferð á Summar Festivalinum.

Nýggja útgávan hjá Adrenaline kann hoyrast her á Spotify:

https://open.spotify.com/album/2yAaywu7ygawBWbC6lqcG3?si=k50B2C9HS0-uO-y9NoeTfQ