Hósdagin bórust tíðindini um at Michael Cohen, sum er fyrrverandi persónligi advokaturin hjá amerikanska forsetanum Donald Trump, skal vitna fyri serligu Kongressnevndini, sum hevur ábyrgd av at hava eftirlit við stjórn landsins, tann 7. februar.
Í fráboðanini hjá Cohen var einki sagt um hvat hann fór at siga í frágreiðing síni, men tó segði hann at hann ynskti at “svar spurningum frá amerikanska fólkinum og samstarva á allan hátt við eftirlitsmyndugleikan við at greiða frá øllum sum er fari fram.”
Politiskir eygleiðarar eru á einum máli um at vitnisfrágreiðingin hjá advokatinum, kann geva amerikanska forsetanum og elstu børnum hansara stórar trupuleikar.
Her er talan um heilt aðrar trupuleikar enn teir sum vantandi koma tá Muller, sum er serligi kanningarstjórin sum settur er at kanna sambandi millum Russland og seinasta amerikanska forsetavalið. Tað málið verður viðgjørt av einari heilt aðrari kongressnevnd. Tær nevdarviðgerðirnar verða vantandi partvíst loyniligar, tí talan er um millumlanda viðurskiftir og viðgerð evni sum relatera til trygdina hjá amerikansku tjóðini.
Vit fara vantandi einki nýtt at frætta um samráðingarnar, sum advokaturin hevði við russiskar myndugleikar tann 16. juni 2016 um ætlanirnar hjá Donald Trump at byggja Trump Tower í Moskva, ella samráðingarnar um sokallaðu “friðarætlanina fyri Ukraine” (sí meira um tað málið her).
Men vit fara vantandi at hoyra nógv um pengar, sum Donald Trump hevur rinda kvinnum fyri ikki at siga nakað alment um síni síðuspring og ótrúskap móti konuni.
Tað er longu almenn vitan at Donald Trump rindaði kvinnunum Stormy Daniels og Karen McDougal nógvan pening undir forsetavalinum í 2016 fyri at halda tætt.
Higartil hevur Cohen einans sagt at Donald Trump gav honum boð um at rinda peningin fyri at søgurnar ikki skuldu ávirka forsetavalið. Her fara vit vantandi at hoyra meira um hvussu peningurin var rindaður og hvør orsøkin var og hvørjar grundgevingar forsetin hevði fyri at rinda peningin. Eisini fáa vit vantandi at vit hvør annar visti um málini og hvørji onnur vóru viðvirkandi til at fremja málini.
Alt hettar er viðkomandi tí tað kann verða við til at prógva leiklutin hjá forsetanum sjálvum, umframt tey sum longu eru nevnd í málinum.
Vantandi frætta vit meira um bandupptøkuna sum advokaturin gjørdi av samrøðu millum seg og Donald Trump (sí meira her)
Tann 7. februar fara vit óiva at vita meira om forsetin hevur framt lógarbrot, tá hann valdi at brúka almennar pengar frá valstuðli at rinda kvinnum fyri so tær einki skuldu siga um mál, sum kundu kosta atkvøður á forsetavalinum.
Trump sjálvur hevur altíð nokta fyri at hava broti lógina, hóast hann hevur fleiriferð broytt sína egnu frágreiðing um tað sum er fari fram síðani skuldsetingarnar komu í ljósmála.
Men Cohen kann eisini greiða almenninginum frá eini røð av álvarsomum gølunmálum, sum hava tilknýti til virksemið hjá feløgunum ið Donald Trump eigur.
Hetta kann eisini skapa álvarsamar trupuleikar fyri elstu børnini hjá Trump, sum hava havt leiðandi størv í Trump felagsskapinum.
Cohen er í einari serligari støðu tí hann hevur verið eitt av leiðandi starvsfólkunum hjá Donald Trump seinastu 10 árini, har hann hevur havt leiklutin sum advokatur og problemfixari.
Hann hevur havt víðfevnt innlit í persónligu mál forsetans, so sum skattamál, bókhald og mál sum hava havt við innflytarar eisini meðan Donald Trump hevur verið virkandi forseti, umframt fleiri onnur mál.
Enn eru eingi prógv komin fram alment at nakað lógarbrot er framt í omanfyrinevndu málum, men tað er púra greit at um slík prógv eru so er Cohen vitandi um tey.
Forsetin hevur roynt at bagtalisera leiklutin hjá Cohen og hevur m.a. sagt at Cohen hevði sera avmarkaða atgongd og vitan um virksemið hjá Trump samtakinum. Men hettar er í beinleiðis andsøgn við tað atgongd og vitan Cohen hevur havt og tað langa áramál hann hevur starvast hjá Donald Trump.
Men vit kunnu tó ikki vanta at advokaturin fer at greiða frá málum sum kunnu fáa almenna kanningarstjóran at reisa nýggjar ákærur móti honum sjálvum enn tær sum hann longu er ákærdur og dømdur fyri.
Tað er enn mini sannlíkt at advokaturin fer at greið frá málum sum eru komin í kjalarvørrinum av dómsúrsskurðinum sum Cohen fekk, og sum almenni ákærin í New York er farin at kanna í samband við virksemi hjá Trump fyritøkuni.
Afturat øllum hesum kan vitnisfrágreiðingin og almenna hoyringin í kongressnevndini tó hava týdning fyri próvførsluna í øðrum privatum rættarmálum sum í løtuni eru reist ella sum vantandi verða reist.



