Tey fýra Jonna Joensen (2005), Martin V. Sivertsen (2002), Heini M. Askham (2006) og Lea Osberg Højsted (2008) trýstu føroyska metið í 4×100 metra frísvimjing fyri mix lið niður á 4:04.81
SuSvim áttu annars metið við 4:10.12 frá innleiðandi riðlunum í gjár, aftaná at Ægir hevði sett fyrsta føroyska met nakrantíð í hesi grein, við 4:14.26 frá innleiðandi riðlinum beint áðrenn at SuSvim setti sítt met.
Metið er sostatt betrað við 9,45 sekundum.




