Eftirkomarar eftir Maren Sophie Matras og Gregers Gregersen hittust á Viðareiði í summar.
Dagin eftir Ólavsøku í ár, í allarbesta summarveðri, vóru nakrir av eftirkomarunum hjá Maren Sophie Matras og Gregers Gregersen savnaðir norðuri á Hotel Norð á Viðareiði.
Marin Sofía Matras, vanliga nevnd Marin, var dóttir Óla Matras, vanliga nevndur Ólavur av Heygnum í Klaksvík og Onnu Margrethu Joensdatter, úr Kvívík. Hon giftist við Grækaris Gregersen skómakara úr Syrðigøtu, sonur Gregorius Davidsen og Johanne Olesdatter úr Fuglafirði. Tey settu búgv á Stongunum í Klaksvík.
Marin og Grækaris fingu 7 børn.
Elsti sonurin Óli slerdi út undir Íslandi av báti úr Esbjerg bert 19 ára gamal.
Hanna giftist við prentaranum Jógvan Rasmussen. Jógvan var av Kák í Havn, vanliga nevndur Stinarin. Børnini fingu navnið av Kák Rasmussen sum familjunavn.
Martin fekk sær konu úr Kallsoynni. Hanna Betty Sørensen kom av Brekkum á Húsum. Hon var dóttir tann kenda Símun Júst Jacobsen, sum gjørdi rokkar til allar Føroyar. Tey búsettust niðri á Bakkanum á Stongunum í Klaksvík.
David sigldi nógv við eingilskum trolara og giftist til Skotlands. Seinni fluttu tey til Vancouver í Kanada og tóku sær navnið John David Gregerson.
Elsa giftist við Poul Enok Hansen. Hann var lærari á Viðareiði. Har búðu tey í nógv ár, áðrenn tey fluttu til Gøtu og seinni til Havnar.
Elisabeth og Ingrid vóru yngstar og tvíburðar. Elisabeth giftist við Hans Jacob Ågaard úr Leirvík. Tey búsettust í Ålborg.
Ingrid var nógv hjá Alfred Petersen trúboðara og hjálpti til har og í Emmaus. Hon var ógift og doyði bert 34 ára gomul av havheystasjúkuni.
Marin og Grækaris fluttu niður til dóttrina Elisabeth og búðu tey síðstu árini í Roum í Jyllandi.
Sum sagt, so hittust vit á Viðareiði í allarbesta summarveðri, og vit fingu ein sera góðan dag saman. Hetta er fyrstu ferð, vit eru komin saman, men tað verður neyvan seinastu ferð. Tað vóru eftirkomarar frá Hannu, Martin og Elsu sum møttust.
Afturat øllum, sum komu ymsa staðni frá í Føroyum, komu fólk bæði úr Noreg, Danmark, Onglandi og Sveits. Uttan tykkara luttøku varð ikki nøkur veitsla.
Takk fyri øll somul!
Vegna fyrireikararnar: Hanna av Kák Nattestad, Súsanna Joensen og Hanna Dalsenni.




