Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ættleiðing á breddan

Jóhann Lützen

Á aðalfundinum hjá Ættleiðingarfelagnum í kvøld, fer nýggi stjórin á Familjufyrisitingini Monica H. Rasmussen at greiða frá hvussu ættleiðingarskipanin fer at virka, nú Føroyar hava yvirtikið málsøkið.

Ættleiðingarfelagið skipar fyri aðalfundi í Kollafjarðar Skúla í kvøld kl. 19.00

Umframt vanligu skránna til aðalfundin, eru tveir fyrilestrar á skrá. Monica H. Rasmussen fer at greiða frá hvussu ættleiðingarskipanin fer at fungera, nú Føroyar hava yvirtikið ættleiðingarmál.

Harnæst fer Leila Olsen frá Gigni at greiða frá PAS (Post Adoption Service) skipanini og hvussu Gigni fer at skipa PAS ráðgevingina í Føroyum. 

Øll eru vælkomin