Til fiskamarknaðin hava størru útróðrarbátarnir givið upp: Líðhamar 10.500 pund, Bragd 10.000 pund. Harafturat hevur plastbáturin Stakkavík, ið eisini rør við línu givið 3.800 pund.
Norðlýsið tosaði við Brand úr Hvannasundi, ið eisini rør við línu men avreiðir í Leirvík. Janus Sørensen, skipari segði at teir eru júst nú á veg inn við sløkum 9.000 pundum, harav tað mesta, ella um 5000 pund eru góður toskur. Brandur setti 45 stampar, so um 200 pund á stampin, so kann man ikki lata illa at, segði Janus Sørensen og legði hann afturat: Men nú hevur verið ov long uppiløga og illveður, harafturat sær onki út til veðrið frameftir, nú streymurin verður góður.







