Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Aftur høgætt

Hanus Kjølbro

Høgættin liggur vændandi í 2-3 dagar – týskvøldið er aftur útsynningur.

Soleiðis síggja viðurskiftini út í dag. Landnyrðingur í dag, beinur norðan í nátt, útnyrðingur-norðan og útnyrðingur í morgin og týsdagin.

Týskvøldið fyrst vestan – seinni útsynningur.

Luftin kemur langt norði frá. Har er hitin í hesum døgum niðri við frostmarkið. Ávegis til okkara ornar hon nøkur stig. Hitin næstu dagarnar fer at liggja um 6-7 stig dagtímarnar; 4-5 stig um náttina.

Mikudagin er útsynningur – luftin fer at koma sunnan úr miðjum Norðuratlatnshavi. Hitalagið í Føroyum fer upp aftur til tað, tað hevur verið seinastu vikuna.