Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aftur stór avbjóðing hjá Klaksvíkingi

Jákup Ósá

Tveir av “profilunum” umborð á Klaksvíkingi eru nú farnir av, meðan tveir “nýggir” eru komnir umborð.

Tveir av “profilunum” umborð á Klaksvíkingi eru nú farnir av, meðan tveir “nýggir” eru komnir umborð.

Tað verður aftur ein stór avbjóðing hjá Klaksvíkingi á komandi stevnu. Verandi meistararnir hava annars róð væl seinastu stevnurnar síðani Norðoyastevnu. Men nú fara tveir av “profilunum” um man kann kalla tað soleiðis, í land, tí teir fara til skips. Jákup Hansen hevur ikki “tapt” nakran róður við Klaksvíkingi síðani Fjarðastevnu í 2009, har hann róði við í bæði 2011 og pørtum av 2012. Janus Dam-Jacobsen er eisini farin til skips. Hann er saman við Magnus Norðberg einasti rógvarin, ið hevur verið við til allar sigrarnar hjá Klaksvíkingi síðani 2006. Samstundis er hann bátsformaður umborð Klaksvíkingi.

Ístaðin fyri teir koma Heini Hátún og Sámal Einarson umborð. Hetta eru royndir rógvarar, ið eisini hava vunnið við Klaksvíkingi áður og skuldu verið væl egnaðir til uppgávuna. Heini var við til FM sigrarnar í 2006, 2009 og 2011, meðan Sámal Einarson var við til at vinna í 2012. Men hóast talan er um royndar avloysarar, ið eisini hava vunnið nógv, so má tað metast sum at vera ein stór avbjóðing, at hesaferð skifta tveir av manningini mitt í kappingarárinum. Men sum manningin ofta hevur sagt, so vóru hetta treytirnar undan kappingarárinum.

Leygardagin er 2000 metra róður á Varmakeldu í Fuglafirði. Tað verður eisini sagt frá fitt av undanvindi. Upp til 15 m/s.