Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Aftur stríð um hálvfinalu

Jóhann Lützen

FSF hevur ásett seinnu hálvfinaluna við Stóra millum Suðringar og B36 at byrja kl. 16.00. Smyril siglur av Krambatanga til Tórshavn kl. 18.00.

Suðringar og B36 spæla seinnu hálvfinalu við Stóra í Trongsvági mikudagin 13. juni. FSF hevur ásett at dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 16.00.

B36 legan, umframt dómararnir hava sostatt umleið 10 minuttir frá seinasta dystarbríksli til Smyril siglur av Krambatanga.

Norðlýsið væntar at fáa viðmerkingar frá Róin Schrøter, formanni í kappingarnevndini seinni í dag.

Vit ætla at spyrja hann hví dysturin er ásettir soleiðis, at sannlíkindi eru stór fyri at fólk ikki sleppa heimaftur sama dag. Vit minnast balladuna sum var um fyrra dystin. 

B36 vann fyrru hálvfinaluna 4-2.