Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

AFTURLIT

Myndir: Dávur Winther – Tekstur: Annfinnur Heinesen og ískoyti Dávur Winther

Í gjárkvøldið var nógv fólk komið saman til fernisering í Spinnarínum í Klaksvík.

Hetta var í sambandi við, at Torradagarnir høvdu sett á skrá eina forkunnuga dupultframsýning, við myndum og málningum hjá tveimum lokalum mentamonnum – Fjølbroytti listamálarin Amariel Norðoy, og speiski, skemtingarsami keiputeknarin Óli P.

Báðir andaðust teir í fjør, Amariel í august og Óli í septembur. Við hesi framsýning vildu Archibald Black og Heri Ellingsgaard frá Norðoya Listafelag og Annfinnur Heinesen frá Mentanarhúsinum Varpið, nýta høvið á Torradøgunum, til at líta aftur á virksemið hjá hesum báðum monnum, við at sýna fram nøkur av teirra avrikum. Ymisk útvald verk, frá ymiskum tíðarskeiðum í teirra lívi.

Rudolf Joensen hevði eina sera áhugaverda hugleiðing, við mongum góðum orðum um Óla og Amariel, greiddi frá teirra uppvøkstri í Klaksvík, og um hvussu umhvørvið her norðuri hevði verið við til at mynda hesar mennirnar og teirra lív og yrki sum heild.

Rudolf greiddi m.a. frá manningini sum stóð fyri útgávunum av teimu fyrstu Rukkulakkunum, sum komu út frá 1958, og segði, at um man vildi vita nakað um ”sosiologiina” her norðuri í 50´unum og 60´unum so kundi man bara blaða í Rukkulakkanum, tí hesi satirubløðini vórðu dýrgripir í so máta! Um Óla P segði Rudolf, at vit vóru heppin at hann gjørdist satiruteknari í Føroyum, og at hann hevði framleitt okkum so nógv, og ymsikt tilfar til føroyingar, tí fór hann av landinum, kundi hann eins væl verið satiruteknari á Washington Post ella New York Times. Tí Óli var í heimsklassa.

Rudolf fortaldi so livandi um, hvussu Amariel á ungum árum fór undir at mála. Longu tá hann fór í skipstimbraralæru var eitt serligt listaumhvørvi norðuri á Stongunum, har Amariel, saman við millum øðrum Jaspur Kruse og Rasmus hjá Jógvan hjá Skós, málaðu og kjakaðust um list og kritiseraðu hvønnanann. Sambært teimum var tað ongantíð nakar ivi um hvørja leið Amariel fór at fara, tí hann var framúr gávuríkur og arbeiðssamur.   

Millum annað mangt segði Rudolf frá fjølbroytninum í listini hjá Amarieli, og hugleiddi eisini um tann íblástur sum útróðrarmentanin her norðuri hevði á Amariel Norðoy, og hansara list. Ítøkiliga var tað ein serligur bátur, Norðan, sum ofta hevði ein serligan leiklut í hansara málningum. Rudolf vísti í hesum sambandi til eina yrking, ella hugleiðing, sum systkinabarn Amariel, Bergur Jacobsen, hevði givið listamanninum.

Ein tekstur, sum æt KG334, og sum Amariel hevði fest á veggin í sínum atelieri:

“Vit vóru útróðrarbørn – havið og ríkidømið tess átti lívið í okkum. Uttan mun til um faðirin var útróðrarmaður ella ei, so búleikaðust vit kring víkina, tí vit høvdu hjallin á sjónum  havið var lívið!… vit andaðu sjóvarfall, mánan og mysing, høgætt og lágætt, og blankur fiskur á brúnni og á vektini hjá Mikkjali Petur, var ein trygd fyri morgindegnum… Vit sungu sálmar lívsins, tí vit stúrdu, tá teir fóru… havið gevur og havið tók.. og vit gleddu okkum til at fara á støð… har var hugni og ein farri av veitslu, hvørja ferð teir fingu fong. Vit sungu lívsins sálmar, tí mammurnar vóru fegnar, tá teir komu aftur, tí einki var ein sjálvfylgja, tí sólin eisini skein, og góðveðursløtur avloystu ódn, tí tað eisini var stuttligt at vera barn, tí norðlýsið var so vakurt og kavin so hvítur…

Vit vóru útróðrarbørn. KG 334 var størri enn lívið, og tað er hann onkursvegna enn!”.

Eftir hugleiðingina hjá Rudolfi Joensen nýtti Dorit Hansen, ið er nevndarforkvinna fyri áhugafelagið «Spinnaríið», høvið til stutt at greiða frá hvør visjónin og ætlanin er við Spinnarínum.

Meðan framsýningin er opin verður kunningartilfar við myndum, filmi og teksti tøkt, sum kann lýsa hvat eftir ætlan skal henda í Spinnarínum. Samstundis fáa gestirnir til framsyninina eisini høvið at tekna seg sum limir í áhugafelagnum.

Rós til Annfinnur Heinesen, leiðara á Mentanarhúsinum, sum loftaði bóltinum, og var við til at fáa framsýningina í lag! Eisini rós og takk til Archibald Black og Hera Ellingsgaard, sum vegna Norðoya Listafelag vóru við til at velja út verkini og hanga tey upp! 

Framsýningin AFTURLIT í Spinnarínum verður opin til og við leygardagin 25.feb.

Allar dagar frá kl. 16 – 20.