Ågot er komin aftur eftir túr suðuri á Thomsonrygginum.
Ågot er frystilínuskip, so fiskurin verður avhøvdaður áðrenn hann verður frystur. Ågot byrjaði fiskiskap 20. februar og hevur 150 tons í lastini, har størsti parturin er brosma og longa umframt nakað av blálongu.




