Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Áheitan á forkvinnuna í fíggjarnevndini

Jóhann Lützen

Teir fýra Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard, Bill Justinussen og Kristin Michelsen heita nú alment á Ruth Vang, forkvinnu í løgtingsins fíggjarnevnd um at kallað saman til fundar.

Teir hava júst nú sent alment skriv til miðlanar, sí niðanfyri. 

 

 

 

Til Ruth Vang, formann í Løgtingsins fíggjarnevnd                                                      16-01-2018

Meirilutin heitir á formannin í fíggjarnevndini um at kalla inn til fíggjarnevndarfund beinanvegin við hesi dagsskrá:

 

1.     Val av formanni

2.     Øll nevndarmál, sum eru farin um tíðarfreistina sambært hjálagda yvirliti

 

4/2018 Uppskot til løgtingslóg um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk (Varskógvaralógin)
Freistin er longd til 16. nov 2018 og er sostatt farin fyri tveimum mánaðum síðani

 
16/2018 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Útgjaldið úr Samhaldsfasta skattafrítt)
Freistin er longd til 16. nov 2018 og er sostatt farin fyri tveimum mánaðum síðani

 
20/2018 Uppskot til samtyktar um at javnseta privata og almenna bústaðabygging
Framlagt 18-09-18,  freistin var 18. oktober 2018 og er sostatt farin fyri nærum trimum mánaðum síðani

 

28/2018 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald og løgtingslóg um áseting av skatti (Heimavirki)
Freistin er longd til 10. jan 2019 og er sostatt farin

 

32/2018 Uppskot til løgtingslóg um at byggja barnaheim í Tórshavn
Framlagt 20. sep, freistin var 20. okt 2018 og er sostatt farin fyri nærum trimum mánaðum síðani

 

50/2018 Uppskot til løgtingslóg um nýggjan Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum
Freistin er longd til 10. jan 2019 og er sostatt farin

 

52/2018 Uppskot til løgtingslóg um Bústaðabanka
Framlagt 20. okt, freistin var 20. nov 2018 og er sostatt farin fyri nærum tveimum mánaðum síðani

 

68/2018 Uppskot til samtyktar um góðkenning av landsroknskapinum fyri fíggjarárið 2017
Freistin er longd til 10. jan 2019 og er sostatt farin

84/2018 Uppskot til løgtingslóg um nýggjan tunnil til Dals við tilhoyrandi vegum
Framlagt 4. dec, freistin er 4. jan 2019 og er sostatt farin

 

Á Løgtingi 16-01-2019

 

Virðingarmest

 

Bárður Nielsen                                                                     

Jacob Vestergaard

Bill Justinussen                                                                                    

Kristin Michelsen