Í alminakkanum stendur 10 mei at vera Kristi himmalferðardagur. Í Lukas 24,51 stendur: Og í tí Hann signaði teir, skiltist Hann frá teimum og varð tikin upp til Himmals.
Nú ið SVF er farin buldrandi og grópandi gjøgnum tær føroysku fólkasálirnar og fingið á skerm sín prosentir og stabbar, verður áheitan mín á SVF um eitt – einfalt og ikki kostnaðmikið tiltak – nevniliga at fáa á skermin stabbar um fólk trúgva tí at Kristus fór til Himmals Kr. himmalferðardag og at Hann skal koma aftur á sama hátt ( áposlasøgan 1,9-11) og (matteus 24,37-41): “Tá skulu tveir vera úti á markini; annar skal verða tikin við. og annar verða latin eftir. Tvær kvinnur skulu mala á kvørnini; onnur verður tikin við, og onnur verður latin eftir.”
Svarið frá vanligum fólki ella gudfrøðingum og enntá frá dr. í gudfrøði, verur tað sama – JA ella NEI.



