Á heimasíðuni hjá KÍ (ki-klaksvik.fo) er ein áheitan til leikarar, venjarar, leiðarar, foreldur og viðhaldsfólk um at halda fast við rættan ítróttaranda
Tíðindaskriv frá KÍ:
Ítróttarfólk her! – Hervið ein áheitan øll ítróttarfólk felagsins.
Í endmáls orðing hjá Klaksvíkar Ítrótarfelag, (lesa á www.ki-klaksvik.fo) stendur m.a. soleiðis:
….. at uppala ein hugburð og felagsanda, sum hevur rót í tí besta í søgu og síðvenju felagsins…..at menna medvitið hjá spælarum og leiðarum um týdningin av at umboða KÍ í dysti og í øllum høpi á virðiligan hátt…
Seinastu tíðina hava verið fleiri tilburðir, sum als ikki eru í tráð við endmáls orðingar felagsins.
Tí verður heitt á leikarar, leiðarar, venjarar, foreldur og viðhaldsfólk um í øllum at halda fast við at virka til frama fyri ítróttina.
Eisini skal vera mint á, at virkið fótbólts dómarans hevur sera stóran týdning og tí eiga sonn ítróttarfólk altíð at sýna størstu virðing fyri avgerðum dómarans.
KLAKSVÍKAR ÍTRÓTTARFELAG




