Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áheitan til bileigarar í samband við kavagrevstur

klaksvik.fo

Klaksvíkar kommuna heitir á allar bileigarar, har tað ber til, at flyta bilar, sum standa á vegastrekkjum, ið enn ikki eru grivin. Hetta er neyðugt fyri at gera atkomuna hjá maskinunum hjá kommununi lættari.

 

Flestu vegir eru nú grivnir, men á fleiri vegum er avbjóðingin tann, at nógvir bilar standa parkeraðir fram við vegnum. Tí er trupult at koma framat, soleiðis at kavagrevsturin verður nøktandi. í hesum sambandi verður nú heitt á bileigarar, um at flyta bilar til øki, sum eru grivin, fyri at maskinurnar kunnu gera arbeiðið liðugt.