Leygardagin 3. september verður stovnandi aðalfundur fyri áhugafelag fyri spinnaríi í Klaksvík.
Leingi hevur tað verið ætlanin, at fyrsta hædd á gamla spinnarínum hjá Kjølbro skal brúkast til spunavirki og livandi museum, har vitjandi kunnu uppliva ullina sum bæði mentanararv og burðardygga vinnu.
Nú verður ein nýggj roynd gjørd at fáa ullvirki á stovn. Í fyrsta umfari verður eitt áhugafelag stovnað.
Stovnandi aðalfundurin verður í Spinnarínum leygardagin kl. 13. Øll áhugað eru vælkomin.
Vegna fyrireikararnar
Dorit Hansen og Hanus Gregersen



