Áhugafelagið Nólsoyar Páll heldur ársaðalfund mikudagin 18. apríl klokkan 19
í Nólsoyar Páls húsi
Aðalfundarskrá smb. viðtøkum felagsins
1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara
2. Formansfrágreiðing
3. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapum fyri 2016 og 2017
4. Val av nevndarlimum
5. Val av grannskoðara
6. Ymiskt.
Vit gleða okkum til at vísa tykkum húsini og tað, sum gjørt er uttanum. Veðrið hevur tarnað byggingini rættiliga nógv í vetur, men er nú húsið komið undir tak.
Boðið verður kaffi og ein smakkroynd av rombudingi úr kókibókini hjá Apoloniu, dóttir Nólsoyar Páls.
Sum kunnugt, er einki fast limagjald ásett; men eitt lítið íkast kemur altíð væl við. Gjaldast kann til hesar kontoir:
Norðoya Sparikassi BankNordik Betri Banki
9865 3009410 6460 5305723 9181 4293519
Vit vóna at síggja nógvar limir á fundinum.



