Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Áhugaverd framløga um Innistovu

Norðlýsið

Malan Jóhanna Østerø, 85 ár, fær meiri burturúr enn tey flestu. Í kvøld var áhugaverd framløga av bóknini “Innistova á Trøllanesi” á Skúlatrøð.

Tað er ikki á hvørjum degi, at rithøvundar geva út bók, tá ið teir eru 85 ár. Men tað er júst soleiðis, tað er hjá Maluni Jóhannu Østerø, ið hevði bókaframløgu av nýggjastu bókini hjá sær í dag.

Malan er uppvaksin á Trøllanesi, og er næst elst av 6 systkjum. Hon hevur skrivað eina bók áður, sum bar heitið “Ommudidd”, og so hevur hon eisini umsett bókina um Linu Sandell.

Í samband við bókaframløguna í dag, greiddi Óli Jacobsen, ið eisini er aktuellur við nýggjari bók, eitt sindur um bókina hjá Maluni, og rósti henni fyri lætta skrivingarlagið, treiskni og nærlagni. Millum annað vísti hann á, at tað man verða fáur, ið kann skjalfesta so nógvar ymiskar nágreiðingar, ið kunnu stuðla undir eina slíka bók sum hesa.

Eisini Asta Wolles, ráðgevi í føroyskum og lesimenning á Námi, læs ymisk brot úr bóknini og hugleiddi eitt sindur um innihaldið.

Jóna Skorheim, yngsta systurin hjá Maluni, fekk seinasta orðið, og nýtti hon eisini møguleikan at minnast systrina Mariannu Simonsen, ið andaðist í gjár. Jóna nevndi í byrjaðnini av røðuni, at mitt í øllum spenninginum um bókina, fingu tey deyðsfalsboðini av Mariannu systir teirra og minti á, at soleiðis er lívið nú einaferð, ”Sorrig og glæde, de vandre til hobe”.

Jóna greiddi soleiðis frá um ein part av uppvøkstrinum har norðuri:

– Hentleikar vóru ikki nógvir, el kom ikki til bygdina fyrr enn í 1967, tá var Alla langt síðani gift og flutt heimanífrá, og eg var eisni farin av Trøllanesi tá, so øll hesi elektrisku tólini, sum vit nýta gott av i dag, vóru slett ikki til hjá okkum. Mann mátti bara brúka aðrar mátar at goyma mat t.d. uppá. Tað var nógv saltað ella turkað, og so kanska eisini vætnað út aftur. Til dømis hesin aftansfiskurin jólaaftan, sum eg ikki helt verða so ræðuliga spennandi, men so fekk man rísingreyt við mandlu í, og tað var harafturímóti spennandi.

Nógv fólk var møtt upp til bókaframløguna, og prátið um Trøllanes og familjusambond fylti sum vera man nógv.

Bókin kemur í sølubúðirnar og kostar 269 kr.