Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áhugaverdur dystur móti Ungarn

Jákup Ósá

Ungarn vitjar í Føroyum fyri fyrstu ferð nakrantíð, og føroyska stjørnuskotið Brandur H. Olsen byrjar inn fyri fyrstu ferð nakrantíð.

Ungarn vitjar í Føroyum fyri fyrstu ferð nakrantíð, og føroyska stjørnuskotið Brandur H. Olsen byrjar inn fyri fyrstu ferð nakrantíð.

Lars Olsen hevur boðað frá á tíðindafundi, at 18 ára gamli FCK leikarin Brandur H. Olsen byrjar á føroyska miðvøllinum. Brandur vísti fínar taktir ta løtuna, hann spældi móti Norður Írlandi leygarkvøldið, men nú skal hann veruliga vísa seg, nú hann fær møguleikan frá byrjan.

Annars eru aðrar útskiftingar væntandi. M.a. er upplagt, at Bárður Hansen sleppur at spæla sín fyrsta landsdyst á høgra bakki, har hann kemur at spæla undir liðuni á Atla Gregersen. Teir spæla eisini til dagligt saman. Bárður kann eisini viðvirka til, at Føroyar fara at skapa mál møguleikar, sum liðið higartil ikki hevur megnað í hesari EM undankappingini. Sølvi Vatnhamar og Gilli Sørensen eru aðrir leikarar, sum munnu vera tætt uppat einari uppstilling týskvøldið. Tí upplagt er, at skifta fleiri leikarar út. Bæði tí, at avrikið móti Norður Írlandi ikki var nøktandi og tí dystirnir liggja so tætt uppat hvørjum øðrum, og har tað tí er brúk fyri frískum kreftum. Ógreitt er, hvussu nógvir leikarar vera skiftir.

Fleiri eru spurningarnir eftir eina minni góða byrjan uppá hesa EM undankappingina. Men undir øllum umstøðum verður áhugavert at síggja Føroyar og Ungarn møtast fyri fyrstu ferð í einum undankappingardysti og at síggja evnaríka Brand H. Olsen frá byrjan. 

Dysturin á Tórsvølli byrjar kl. 19.45.