Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Akademikarir í Klaksvík

Jóhann Lützen

Føroya Bjór var karmur um lektión har spenningurin millum útjaðaran og miðstaðin varð settur undir luppin. Undirvísari og lesandi á Fróðskaparsetrinum settu Norðlýsið stevnu og kjakast varð við eldhuga

Kári Holm Johannesen er undirvísari á Fróðskaparsetrinum. Hansara næmingar hava m.a. hugt at útjaðara- og miðstaðarkjakinum, sum hevur koyrt seinastu tíðina og sum eisini kom týðuliga til sjóndar í júst farna løgtingsvali. 

Í hesum sambandi vóru tey farin úr fjálgu undirvísingarhølunum í Tórshavn norður til Klaksvíkar at hoyra meira um hesa konfliktlinju. 

Norðlýsið hevði framløgu um orsøkir til spenningarnar millum Norðoyggjar og Miðstaðarøkið úr søguligum og samfelagsligum perspektivi. 

Tey lesandi tóku væl undir og at enda fingu øll eitt áhugavert kjak.