Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Áki vitjaði Varpið

Jóhann Lützen

Klaksvíkin oppar seg í full speed, Varpið og nýtt hotel geva fantastiskar umstøður at fyriskipað størri tiltøk, sigur Áki í Skemmuni stjóri fyri sjóvinnustevnuni Atlantic Fair

 

Atlantic Fair verður týsdagin 28 mai – hósdagin 30 mai. Badmintonhøllin og KÍ-høllin eru karmar um sjóvinnustevnuna, sum hevur ment seg sera nógv ár um ár og vorðin ein áhugaverdur sýnisgluggi á altjóða støði, har bæði føroyskir og útlendskir veitarar sýna fram við tí nýggjasta nýggja.

Áki í Skemmuni er stjóri í Atlantic Fair og hann vitjaði í Klaksvík herfyri, at fundast við Norðlýsið og Grafia, sum eru Official Suppliers og taka sær av øllum samskiftispartinum í samband við Atlantic Fair. 

Áki nýtti høvið at vitja í Varpinum og var skjótur at staðfesta, at Varpið og nýggja hotellið heilt víst fara at gerast góðir viðleikarar hjá Atlantic Fair. 

– Klaksvíkin oppar seg í full speed, Varpið og nýtt hotel geva fantastiskar umstøður at fyriskipað størri tiltøk, sigur Áki í Skemmuni stjóri í Atlantic Fair

 

Alment messublað í hvørt heim í Føroyum

Eitt blað verður gjørt í samband við stevnuna og sent í hvørt hús í Føroyum, umframt at eitt katalog verður gjørt og sýnt fram á stevnuni. Til ber at fáa lýsing í blað og katalog við at senda tilfar á lysing@nordlysid.fo