Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Akraberg kemur – ein vøkur sjón

Johannus M Olsen

Tað er fríggjadagur 15. Dec. 2017 uml. kl.12:00, og eg eri beint nú staddur ein gongutúr norðan fyri Enni í Fuglafirði, rímuligt veðurlag og túrveður. Sum vanligt hjá mær er hetta ein sera hugaligur túrur, og eg gleðist yvir at síggja fullfermd skip landa svartkjaft til Havsbrún, Bakkafrost meðan onnur uppskipa makrel til Pelagos og fraktbátar á vánni bíða eftir atløguplássi til avskipisngar frá trukkum, ið koma strúkandi út úr fjallasmogum hjá Bergfrost har túsundtals tons kunnu frystast og goymast beint undir har eg eri staddur. Jú, sanniliga ein kann frøast í síni innara menniskja, um framgongd á staðnum.

Mær verður hyggjandi oman á norðasta grundøki á Enninum her reisingin hevur tikið skap, av nýggju risastóru høllini hjá Vónavirkinum, sum í mong ár hevur havt sínar trolserkønu nærmast í øllum veðurlag, arbeitt uppá trol á gamla landsvegnum undir Lorvíksfjallinum og fingið trolreiðskapin aftur í rættlag og bátarnar, sum skjótast aftur á fiskimiðini. 

Einum dámar betri at tala um ogn Føroya lands enn tey sum hava fasta grund undir, og kunnu flyta seg í allar ættir runt knøttin. Men oyggjarnar flyta ikki við heldur ikki ognin, havi onki beinleiðis ímóti at ognin er Føroya fólks, men er hon ikki eisini ogn hjá øllum teimum ið nýta brúksrættin av henni, teimum ið hava valt at búleikast á havinum í øllum veðri, nátt sum dag oftast avtuskaðir. Á ein ella hátt má ognin eisini vera teirra, og teimum sum settu og seta alt inn uppá fiskiveiðuna. 

Ein av okkara táverandi fremstu undangongumonnum innan fiskuvinnuni, helt fyri við meg, tá ið vit loystu fyrsta túr, at hann og bróðurin høvdu í dag, goldið við hús og heim fyri nýggja motorin og nú visti hann ikki um annað oyra í húsinum hjá konu og børnum enn tey í lítli smádrongurin hevði í bússini, sum hekk í køkinum.

Men viðvíkjandi trolaranum Akraberg, sum hevur verið ein av landsins pengamaskinum, við dupultari manning. Tær grundir og húsaveggjir menn hava fingið burturúr umframt at goldið skatt til samfelagið er ikki smágvegis. Báturin + aðrir bátar í somu fyritøku og reiðaríi heimahoyrandi her er ein av høvðisstuðlunum undir tí virksemi eyga mítt í dag sær í omanfyri umrødda virksemi her á plássinum. 

Nú Akraberg kemur undan Enninum fullfermdur við toski og inncilatio, nú hann er riggaður at føra alt til lands, tykist sambært eigaranum, at hann eins og ein av undangongu monnunum og reiðari á Varðanum í Gøtu ikki eiga orð fyri skuggunum á rakstrarluftini fyri virksemi teirra nú nýggja fiskivinnulógin er viðtikin. 

Reiðarin á Akraberg, spurdur av fjølmiðlum, um hetta sum nú hevur gjørt seg galdandi, fær nakrar avleiðingar fyri fyritøkuna, hartil hann uttan himpr, svarar ja, ljóðaði sum hann hevur tiltøkini uppá hondina nú innihaldi í nýggju lógini er opinberað, t..d. m.a taka 30% frá Akraberg í Barentshavinum eins og hinum ið har fiska fáa somu lagnu, hví verður ikki grett um, óvissan og gitingar valda í ólukkumát, hetta er alt annað enn gott. 

Johannus M Olsen

 

 

Harleyfacadeacryl