Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Akstovan eigur ikki at flyta úr Klaksvík

Steinbjørn O. Jacobsen

Nú eru teir aftur uppá fartin at taka okkurt úr Klaksvík. Hesa ferð gongur tað út yvir deildina hjá Akstovuni í Klakvík, sum hevur verið her í Klaksvík í 70 ár. Hvør loysn er at flyta úr Klaksvík, tá hendan deildin hevur virkað so væl?

Um sýnshøllin er ótíðarhóskandi, ber til at selja bygningin í hesi góðu tíðum og byggja ein nýggjan sýnsbygning. T.d. hevði verið hóskandi at bygt á ídnaðarøkinum við Borðoyarvík ella at tikið Ídni-bygningin niður og bygt nýggjan tíðarhóskandi bygning til endamálið longur frá vegnum.

Eitt má í øllum førum ikki henda. Tað er, at virksemið í Klaksvík verður niðurlagt. Her mugu bæði Klaksvíkar Býráð og okkara løgtingsumboð í Norðoyggjum traðka til í stundini og steðga hesi ætlan sum skjótast!

 

Steinbjørn O. Jacobsen,

fyrrverandi borgarstjóri