Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Albert Adu er væl fyri

Jákup Ósá

Verjuleikari úr Íslandi royndarvenur við TB, ið vann 3-1 á FC Suðuroy í dag.

Verjuleikari úr Íslandi royndarvenur við TB, ið vann 3-1 á FC Suðuroy í dag.

TB vann 3-1 við tveimum málum frá Albert Adu og einum frá Salmundi Bech, meðan Mamuka Toronjadze skoraði málið hjá FC Suðuroy. Júst Albert Adu sigst vera sera væl fyri higartil í ár og tað var eisini hann, ið skoraði málið móti HB síðsta vikuskiftið, tá TB og HB spældu javnleik 1-1. TB hevði ein íslending, sum hevur fornavnið Arni, til royndarvenjing. Hann byrjaði á høgra bakki.

TB byrjaði við hesum liðnum:

Joslain Mayebi – Arni (íslendingur til royndarvenjing), Eirikur Ellendersen, Teitur Olsen, Ragnar Joensen – Salmundur Bech, Rógvi Joensen, Ndende A. Gueye, Kay Koffi – Teitur Justinussen, Albert Adu

TB spældi uttan álopsleikaran Hervé Din Din, sum tey vænta sær nógv av á Tvøroyri.